Vit hava tosað við Turið Laksá, veðurfrøðing á Veðurstovu Føroya, ísambandi við, at mótstøðuliðið hjá NSÍ ikki er lent enn og í løtuni bíðar í Bergen eftir betri líkindum.
Hópurin hjá Hamrun Spartan fleyg við leiguflogfari í góðar fimm tímar frá Malta í morgun, men fekk ikki lent og vendi og fór til Bergen at bíða eftir betri líkindum. Fleiri aðrir flúgvarar hava avlýst, men fyri løtu síðani lendu tveir flúgvarar hjá Atlantic, sum komu frá Keflavík og Oslo. Teir høvdu tá flogið leingi yvir Føroyum og bíða eftir at mjørkin lætti sær á. Sum skilst hevur Atlantic loyvir, sum geva teirra flogførum betri møguleikar at lenda, tá mjørki argar og vit hava sæð, at tað bara eru flogfør hjá Atlantic sum hava lent í dag.
Mjørkaætt komandi dagarnar
Vit hava vent okkum til Veðurstovu Føroya fyri at frætta, hvussu veðurforsøgnin sær út. Turið Laksá, veðurfrøðingur, sigur við bolt.fo, at útsynningur er mjørkaætt á flogvøllinum.
- Sum tað sær út í løtuni, so verður tað eitt rák av útsynningi líka til komandi mikudag. Men sjálvandi kann verða onkur løta, har ættin vendur eitt sindur, og tí verða betri líkindi. Men tá útsynningur er og vindurin ikki fer uppum 10 m/s, sum hann ikki fer komandi dagarnar, tá er sannlíkt, at mjørki er á flogvøllinum. Men sum sagt, so kann saktans koma onkur løta innímillum og so køvur av aftur, sigur hon.
Tí verður spennandi at fylgja, nær Hamrun Spartans fær lent í Føroyum. Vit fylgja málinum og arbeiða við at fáa at vita, hvørjar ætlanirnar eru hjá Hamrun Spartans fyri at sleppa til Føroyar.