Á aðalfundinum 18. februar verður m.a starvsnevndarval.
Í løtuni telir starvsnevndin hjá FSF átta fólk. Fýra fólk standa fyri vali hesaferð. Tey eru Anja Rein, Fróði Danielsen, Kristmund Johannessen og Jógvan Páll Joensen. Sum skilst liggur í kortunum, at nevndin skal lækka niður til sjey starvsnevndarlimir, har tað í minsta lagi skal verða eitt fólk frá hvørjum kyni. Tí verða væntandi trý fólk vald í nevndina hesaferð, har minst ein kvinna skal veljast.
Tað verður minst ein broyting í starvsnevndini, tí Jógvan Páll Joensen váttar fyri bolt.fo, at hann stillar ikki upp. Tað er greitt, at Fróði Danielsen stillar uppaftur. Hann váttar fyri bolt.fo, at FC Hoyvík fer at stilla hann upp.
Freistin at stilla valevni upp er 10 dagar undan fundinum, sum er mikudagin 8. februar.