Ársins fyrsti dystur í bólkaspælinum í Conference League verður leiktur dagin fyri hinar.
Lille úr Fraklandi fær vitjan av Olimpija Ljubljana úr Slovenia. Dysturin verður leiktur mikudag, tí leikvøllurin í Lille ikki er tøkur hósdagin. Lille er stórfavorittur at vinna hendan bólkin og eisini stórfavorittur at vinna hendan dystin.
Dysturin skal ikki liggja sdamstundis sum Champions League dystir eru og tí byrjar hann longu kl. 15.30. Danska TV2 Sport X vísir dystin. Hóskvøldið kl. 20.00 spæla hini bæði liðini í bólkinum, Slovan Bratislava-KÍ.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í bólkaspælinum í UEFA Conference League í 2023 hava: