Føroyski venjarin í Fredrikstad bleiv valdur til besta venjaran í august.
Fredrikstad vann fimm av sínum seks dystum og tað gjørdi, at Obos valdi Mikkjal til besta venjaran í august. Fredrikstad liggur sera væl fyri til uppflyting sum oddalið, har sjey stig eru niður til nr. 3 nú átta umfør eru eftir í næstbestu deildini í Norra.