Føroyingurin í Fredrikstad hevur hesa vikuna fingið heiðurin sum besti venjarin í mai.
Tað gekk væl hjá Fredrikstad í mai mánaða, har liðið fekk bestu úrslitini í deildini og er nú partur av oddastríðnum í bestu norsku deildini. Besti venjari verður valdur hvønn mánaða og valið fall á Mikkjal K. Thomassen. Eisini besti leikari kom frá Fredrikstad. Tað var málverjin Jonathan Fischer, sum Fredrikstad keypti fyri fýrra milliónir frá Hobro í næstbestu donsku deildini.
Fredrikstad liggur á 3. plássi í Elituseriuni og er eisini í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, har bæði oddaliðini, Bodø/Glimt og Brann longu eru útsligin. Tískil eru góðir møguleikar fyri, at Fredrikstad fer at vinna sær eitt av Europaplássunum í aðrari av kappingunum. Í landskappingini sleppa fýra tey obvastu í Europa.