Føroyski venjarin í AIK fekk góð úrslit í august.
AIK vann allar fimm dystirnar í august og tað ger, at Mikkjal K. Thomassen í dag fekk heiðurin sum besti venjarin í Allsvenskan í august.
AIK liggur á 5. plássi í deildini, men hevur bara fýra stig upp til 2. pláss.