Meinhard E. Olsen fer framyvir at spæla í næstbestu donsku deildini fyri Kolding. Tað hevur felagið kunngjørt í vikuskiftinum. Fleiri føroysk feløg lógu framvið, men landsliðsleikarin valdi at halda fram uttanlands.