Komandi kappingarár verður føroyingurin í Allsvenskan, sum er besta deildin í Svøríki.
Mattias Hellisdal skifti í summar til Våsterås í næstbestu svensku deildini. Har hevur gingið væl hjá liðnum, sum í vikuskiftinum tryggjaði sær 1. plássið í deildini. Mattias byrjaði inni hendan síðsta dystin í 4-1 sigri og hann spældi ein annan dyst í landskappingini, tá liðið vann 6-1.