FIFA-reglar fyri ungar spælarar hava gjørt tað torført hjá honum at fingið felag uttanfyri Føroyar og nú er Mathias Voss opin fyri at halda fram í Føroyum.
21 ára gamli danin var eyðsýndur hjá 07 Vestur í 2022 og 2023. Í 2023 hevði hann heili sjey upplegg og skoraði eitt mál sum høgri bakkur. Tað lá í kortunum, at hann fór uttanlands at royna seg í 2024. Men reglur hjá FIFA fyri ungar leikarar, sum fara til deildir á hægri stigi enn í Føroyum, hava sambært Voss sjálvum gjørt tað torført. Hesir reglar siga, at m.a. hevur 07 Vestur rætt til 60.000 evrur fyri hvørt ár ella tilsamans 120.000 evrur svarandi til 900.000 krónur. Tó er okkum upplýst frá 07 Vestur, at kravið frá 07 Vestur hevur verið nógv lægri enn teir hava krav uppá. Les meir um reglarnir hjá FIFA fyri ungar leikarar á kapittul 8 síðu 45 HER
Mest realistiskt í Føroyum
Mathias Voss sigur, at hann er opin fyri at halda fram í Føroyum.
- Vit arbeiða við ymiskum møguleikum, men mest realistiskt er, at eg haldi fram í Føroyum. So vónandi fer okkurt føroyskt felag at vísa mær áhuga eftir broyttu støðuna, sigur Mathias Voss við bolt.fo.