Álopsleikarin hjá Víkingi hevur í ár sítt besta ár í Betri Deildini.
23 ára gamli Martin K. Joensen byrjaði í bestu deildini í 2021, so hetta er hansara triðja ár. Og avrikini eru blivin betri fyri hvørt ár, um bara verður hugt eftir tølum. Í løtuni ert hann nr. 3 á toppskjúttaralistanum, bara tvey mál aftanfyri tann, sum liggur fremst, sum er Páll A. Klettskarð.
Samanlagt hevur Martin bara brúkt 84 minuttir fyri hvørt málstig í Betri Deildini, sum eru framúr hagtøl.