Viborg skrivar á síni heimasíðum um skaðan.
19 ára gamli Martin Agnarsson hevur spælt tveir dystir fyri besta liðið hjá Superligaliðnum Viborg síðani hann fór til felagið í fjør. Men hann spælir ikki meir hetta kappingarárið. Viborg skrivar í dag, at hann væntast ikki at spæla meir hetta kappingarárið vegna skaða. Kappingarárið endar 4. juni.