16 ára gamli Markus Danielsen úr NSÍ og 15 ára gamli Nóa Kristin Mortensen eru í hesum døgum í Viking í Norra og royndarvenja við akademinum har. Besta liðið hjá Viking liggur í løtuni nr. 2 í bestu deildini. Norski miðilin rastavanger skrivar, at Viking við hesum royndir nakað heilt nýtt, tí frammanundan hevur hetta akademi verið fyri norskar leikarar.
Báðir hesir hava fyrr í ár verið partur av U17-lansliðnum. Markus hevur fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá NSÍ sambært FaroeSoccer fyrr í ár.