22 ára gamli Markus Hellisdal heldur ikki fram í Skála.
Markus spældi sambært FaroeSoccer 25 dystir í ár í bestu deildini. Men nú Skála flutti niður, so hevur Markus avgjørt, at hann ikki heldur fram. Markus sigur í stuttari viðmerking, at hann fer at venja við barndómsfelagnum B36 í uppstartinum, men at tað tó er ógreitt, hvar hann spælir, tá kappingarárið byrjar.