Tað hevur ikki verið alment, men Markus hevur verið í EB/Streymi allan vetur og spældi allan dystin í 1. umfarinum.
20 ára gamli Markus Hellisdal spældi í fjør í 1.deild hjá B36. Hann fór at venja við EB/Streymi eftir kappingarlok og nú er greitt, at Markus hevur gjørt sáttmála fyri 2023 við EB/Streym.
EB/Streymur møtir B36 á heimavølli leygardagin, um tað verður spælandi.