B36 hevur havt aðalfund. Roknskapurin vísti sambært okkara upplýsingum eitt hall á 2,1 milliónir.
B36 skrivar:
Marita heldur fram sum forkvinna
Nevndin í B36 skipaði seg eftir aðalfundin í gjárkvøldið. Forkvinnan seinastu tvey árini, Marita Debess Magnussen, heldur fram sum forkvinna.
Góð undirtøka var fyri fundinum, har forkvinnan m.a. greiddi frá farna árinum og roknskapurin var lagdur fram.
Á aðalfundinum tóku bæði Marita Debess Magnussen og Sigurd Rasmussen við afturvali.
Súsanna Maria Hansen, sum eisini hevur verið næstforkvinna, og Poul Rói Mohr takkaðu fyri seg eftir góða tænastu sum nevndarlimir á hesum sinni.
Uppskot til nevndarlimir vóru Karen Sissal Kristiansen og Ruben Haraldsen, og tey vóru bæði vald.
Á fremstu myndini frá vinstru eru Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur, Sigurd Kristiansen, skrivari, Karen Sissal Kristiansen, nevndarlimur, Marita Debess Magnussen, forkvinna, Jaspur Enghamar, kassameistari, Uni Holm Johannesen, næstformaður, og Ruben Haraldsen, nevndarlimur.