Leikaraflytingarnar, sum hava verið umrøddar frammanundan, eru nú staðfestar.
HB hevur kunngjørt, at Magnus Holm Jacobsen skiftir aftur til barndómsfelagið. Hann var millum bestu leikararnar í deildini áðrenn summarsteðgin í ár hjá 07 Vestur. KÍ hevur kunngjørt, at Dan í Soylu skiftir frá HB og fer at spæla fyri KÍ komandi tvey kappingarárini.