Vit hava hugt eftir nøkrum tølum, sum hava við nýggja KÍ-venjaran at gera.
KÍ kunngjørdi í dag, at 49 ára gamli Magnus Powell verður nýggjur venjari hjá liðnum í 2025 og 2026. Talan er um ein venjara, sum kennir nakað til føroyskan fótbólt, tí í 2021 var hann venjari teir síðstu 16 landskappingardystirnar hjá 07 Vestur, áðrenn boð vóru eftir honum frá Östersunds í næstbestu svensku deildini í januar 2022. Magnus fekk av teimum flestu góð skoðsmál fyri sína tíð í 07 Vestur.
Í 2021 endaði 07 Vestur sum uppflytari á 6. plássi. Sambært FaroeSoccer var hann venjari í 16 dystum. Har endaði tað við seks sigrum, tveimum javnleikum og átta tapum. Tá Magnus Powell tók yvir lá 07 Vestur á 8. plássi við átta stigum fyri 11 umfør og málmunin 13-39. Síðstu 16 dystirnir góvu sostatt 20 stig og málmunin 23-35.
Magnus keypti tríggjar leikarar til 07 Vestur. Kevin Jablinski, Marius Hagen og John Fagerstrøm. Hesir tríggir avrikaðu ofta væl fyri uppflytararnar.
Í Östersunds hevur liðið havt stóra útskifting hesi árini. 15 nýggir leikarar eru komnir til felagið í 2024, 9 í 2023 og 20 í 2022.
Tá tað kemur til taktikk, so spældi Magnus Powell sambært Transfermarkt sum oftast 4-2-3-1 í 07 Vestur. Í Svøríki síðstu árini hevur hann oftast spælt hesa somu leikskipan, men eisini skift til m.a. 5-3-2 og 3-4-3.
Östersunds er tað felagið, sum hevur nógv flestar útlendingar í næstbestu svensku deildini. 16 av 27 leikarum sambært Transfermarkt.