Men formaðurin í 07 Vestur sigur, at eingin avtala er gjørd millum feløgini. Magnus sjálvur sigur, at eftir hansara upplýsingum er alt í lagi.
Chrobry Glogów spælir í næstbestu deildini í Póllandi, har teir síðsta kappingarár endaði nr. 9 av 18 liðum. Bolt.fo skrivaði um hetta skiftið frá miðli í Póllandi í síðstu viku, men tá avvísti formaðurin í 07 Vestur, at Magnus fór úr felagnum hetta kappingarárið, tí freistin sum 07 Vestur hevði seg var 2. juli, so felagið kundi fáa ein leikara inn ístaðin áðrenn flytingarvindeygað í Føroyum lat aftur 12. juli.
Men nú hevur felagið í Póllandi kunngjørt leikaran, sum hevur fingið ein sáttmála fyri tvey ár.
Bolt.fo hevur hesaferð vent sær til bæði formannin og leikaran sjálvan. Og tað er ikki semja um, at nøkur avtala er gjørd.
- Spæliloyvið er framvegis hjá okkum, og eingin hevur umbiðið hann enn, sigur Jón Nordendal við bolt.fo.
- Eg skrivaði undir 12. juli og eftir læknakanning er alt alment. Eg havi fingið upplýst í Póllandi, at alt er í lagi við flytingini. Líka so nógv sum eg elski 07 Vestur líka so nógv ynski eg at spæla yrkisfótbólt, sigur Magnus Holm Jacobsen.
Sostatt er talan um eina serliga støðu, har partarnir ikki eru samdir um, at nøkur avtala er gjørd. So vil tíðin vísa, hvat hetta endar við.