Magne Hoseth kemur frá einum hjálparvenjarastarvi í Kristiansund.
42 ára gamli Magne Hoseth skal verða venjari hjá KÍ komandi tvey árini. Tað kunngjørdi KÍ í dag. Eitt kanska óvæntað val, tí talan er um venjara, sum ongar royndir hevur sum høvuðsvenjara. Hann hevur síðstu trý árini verið hjálparvenjari hjá Kristiansund í bestu norsku deildini. Undan tí hevði hann venjarauppgávur í tvey ár hjá ungum leikarum. Magne hevur drúgvar royndir sum leikari á høgum stigi m.a. í Molde, Vålerenga og FCK. Hann spældi 22 A-landsdystir fyri Norra.