Venjarin, sum í 2023 fylti pengakassan hjá KÍ við framúrskarandi úrslitum í altjóða fótbólti, heldur ikki fram í Molde.
Magne Hoseth hevur havt ymiskar venjarauppgávur síðani hann í januar 2024 gavst í KÍ, tá Lyngby keypti hann frá KÍ. Í lyngby var steðgurin stuttur. Síðani byrjaði hann sum hjálparvenjari hjá Kristiansund í 2025, men seinni sama ár bleiv hann hjálparvenjari hjá Molde. Og tá Molde segði høvuðsvenjaran úr starvi, so bleiv Magne fyribils venjari restina av kappingarárinum. Molde setti eftir kappingarárið nýggjan venjara.
Nú boðar Molde frá, at Magne hevur havt ynski um at royna nakað nýtt og norskir miðlar skriva, at hann verður hjálparvenjari hjá Strømsgodset, sum farna kappingarár flutti niður í næstbestu deildina. Hjálparvenjarin hjá Magna í KÍ og Molde, Daniel Berg Hestad, heldur fram sum partur av venjaratoyminum hjá Molde.