Við m.a. tveimum málum frá Haftór Gaardlykke í seinna hálvleiki eydnaðist tað MB at vinna á Skøðrunum í Hvalba móti Royn í 2.deild.
Tað var Ismalia Touray sum legði MB á odda, men Kristin Oluf Muller javnaði fyrst og síðani legði Royn á odda. 2-1, ið var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki bleiv Filip H. Poulsen stóri leikarin. Hann var málverji í fyrra hálvleiki. Hann bæði javnaði og legði MB á odda 3-2. Í 90. minutti staðfesti Ismalia Touray sigurin hjá MB. Hetta er fyrsti sigurin hjá MB í ár á vøllinum. Frammanundan heva teir vunnið á pappírinum móti FC Hoyvík, sum er koyrt úr kappingini.
Annars fall eisini avgerðin um, hvør flytir niður 3.deild saman við FC Hoyvík. B36 tapti sín dyst og kann nú ikki koma uppum niðurflytingarpláss í síðsta umfarinum.
Úrslitini í dag:
Royn-MB 2-4
Víkingur-B36 4-0
Skála-AB 1-0
FC Suðuroy-07 Vestur 6-0
NSÍ-ÍF 4-1
KÍ-FC Hoyvík 3-0 (uttan dyst)