MB hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
MB skrivar:
Okkara nýggi høvuðsungdómsvenjari er ávegis
Eftir ætlan skuldi James koma aftur á vøllin nú februar byrjaði, men hetta bleiv tíverri ikki veruleikin. Vit takka James fyri tíðina og alt arbeiðið hann legði fyri dagin, og ynskja honum alt tað besta framyvir.
Í hansara stað kemur ein annar venjari við góðum dygdum, hópin av førleikum og fjølbroyttum royndum.
Jan Skoupil er 36 ár, ættaður úr Kekkia og hevur búð seinastu árini í Kanada. Hann hevur vant smábørn, ung og vaksin. Jan hevur lokið eina longri útbúgving innan ítrótt. Harumframt hevur hann millum annað UEFA A og UEFA Elite Youth A prógv.
Eins og undanfarin ár hevur venjarin ábyrgdina av øllum liðum felagsins.
Vit gleða okkum at bjóða Jan vælkomnum