MB hevur fingið tilgongd av fleiri leikarum, nú liðið skal spæla í 2.deild.
Elisabeth Haraldsen, forkvinna í MB, váttar, at 19 ára gamli Ismalia Touray úr Ghana hevur gjørt avtalu við felagið. Tað skrivaði bolt.fo um fyrr í vikuni. MB hevur eisini fingið aðra tilgongd, váttar forkvinnan. Talan er um 27 ára gamla Ville Turunen úr Finnlandi. Sambært Transfermarkt er talan um ein sentralan miðvallarleikara, sum kemur frá finska felagnum Ikaalisten.
Tað er eisini møguleiki fyri, at onkrir leikarar úr Danmark fara at spæla við MB, men har er ikki talan um leikarar, sum eru komnir til Føroyar fyrst og fremst at spæla fótbólt.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.