Spældi ein stóran leiklut eftir summarsteðgin.
Mathias Blårud kom til EB/Streym í summar. 29 ára gamli miðvallarleikarin spældi 11 dystir, har EB/Streymur vann sjey. Nú gongur sáttmálin út og Mathias váttar fyri bolt.fo, at hann heldur ikki fram í felagnum. Hann væntar ikki, at hann heldur fram í Føroyum.