Vit hava hugt eftir, hvussu nógvar lokalar U23-leikarar topp 5 liðini hava brúkt tey síðstu árini.
Vit hava bara tikið topp 5 frá 2024, sum eisini er topp 5 næstan øll árini síðstu 10 árini og hetta eru eisini tey liðini, sum hava umboðað føroyskan fótbólt í altjóða fótbólti síðstu 10 árini. Tí hava tey umstøður, sum á summar mátar kunnu samanberast. Hesi árini hava eisini øll hesi fimm vunnið FM uttan NSÍ og øll fimm hava vunnið løgmanssteypið hesi árini. Hetta eru feløgini sum hava havt flestar landsliðsleikarar og hetta eru feløgini, sum hava fingið nógv mest UEFA-pengar.
Lokalu leikararnir
Hyggja vit eftir lokala partinum hjá liðunum og vit hyggja eftir, hvussu nógvir lokalir leikarar spældu minst 500 minuttir í landskappingini í 2024 sambært FaroeSoccer, so sær talan soleiðis út:
1. Víkingur 11 lokalir leikarar
2. NSÍ 10
3. HB 8
4. B36 5
5. KÍ 4
Víkingur og HB
Hyggja vit so eftir, hvussu hendan myndin kann væntast at blíva komandi árini, so er kanska áhugavert at hyggja eftir, hvussu nógvir lokalir U23 leikarar fáa spælitíð, sum er minst 500 minuttir svarandi til áleið 20 % av samlaðu spælitíðini eitt kappingarár í landskappingini.
Víkingur hevur síðstu trý árin i havt seks lokalar U23 leikarar, sum hava spælt minst 500 minuttir. Hetta er tað hægsta talið øll hesi árini, men í 2024 kom HB uppá sama tal. HB hevur í vetur mist tríggjar leikarar (Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi og Áki Samuelsen) uttanlands í hesum bólki og fingið ein inn í Heina F. Sørensen. Tá leikarar fara uttanlands, so er ofta ein góður møguleiki fyri, at hesir einaferð í framtíðini venda aftur til barndómsfelagið og tí kann hetta verða ein partur av føðiketuni fyri lokala tilfeingi í framtíðini, hóast teir spæla uttanlands júst nú.
KÍ er liðið, sum hevur fæst lokalar U23-leikarar øll árini. Men pílurin hevur tó peikað rætta vegin, tí meðan eingin lokalur U23-leikari fekk minst 500 minuttir í 2022, so so kom talið uppá ein í 2023 og tveir í 2024. Men tá KÍ í 2024 hevði nógv fæst lokalar leikarar saman við B36, sum síðani tá hevur skift arbeiðshátt á hesum øki, samstundis sum liðið hevur nógv fæstar lokalar U23-leikarar, so er nógv sum bendur á, at KÍ tey komandi árini kemur at hava færri lokalar leikarar enn hini topp 5 liðini og kanska munandi færri.