NSÍ kann avgera sína lagnu á heimavølli leygardagin.
Tað verður stuttur steðgur hjá liðunum í Runavíkar kommunu í 1.deild. Skála hevur tryggjað sær uppflyting og NSÍ er bara ein dyst frá at tryggja sær uppflyting. NSÍ er 16 stig frammanfyri nr. 4 og vinnur NSÍ leygardagin móti EB/Streymi, sum liggur aftast í deildini, so hevur NSÍ tryggjað sær uppflyting til Betri Deildina 2024.
Dysturin í Runavík leygardagin byrjar kl. 17.00.
Stuðlað umrøðuni av uppflytingini hjá NSÍ hevur: