HB-kvinnurnar hava fingið tilgongd.
Talan er um Leu Lisberg, sum sambært FaroeSoccer er skrásett fyri 72 mál í 129 dystum í bestu kvinnudeildini. Hann spældi seinast við Víkingi í 2024, har honn skeyt 25 mál í 22 dystum. Í 2025 forðaði einb skaði henni at spæla. Áruni frammanundan spældi hon við EB/Streymi/Skála.
– Eg havi leingi hugsað, at tað kundi verið spennandi at spælt við HB, og nú tá eg gangi í skúla í Havn og eri nógv her, so bleiv avgerðin lættari at taka. Felagsskapurin og karmarnir eru góðir, og eg kenni fleiri av spælarunum. So at eg nú havi valt at spæla við HB, er heilt natúrligt, sigur Lea við HB-heimasíðuna.