Í gjárkvøldið var landsliðsvenjarin millum áskoðararnar, tá KÍ hevði sína venjing.
Håkan Ericson er í Føroyum í hesum døgum. Hann vitjar summi av feløgunum, har nógvir landsliðsleikarar eru. Og seinni í ár vitjar hann onnur feløg.
- Eg havi vitjað HB fyrr í vikuni og nú KÍ. Bæði liðini hava nýggjan venjara og tað hevur týdning at koma at kenna nýggju venjararnar. Og so kanna, hvussu støðan er hjá nøkrum leikarum. Hesuferð tosi eg m.a. við Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen og Hall Hansson. Jákup og Jóannes skulu eftir ætlan blíva pápar í mars, so tað er ikki vist, at teir verða við til venjingardystirnar tá, sigur Håkan Ericson.
Tað kann sostatt blíva eitt skert landslið, sum kann koma at mangla Jóannes K. Danielsen, Sonna Ragnar Nattestad (einki felag), Jákup B. Andreasen, Hall Hansson, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen og Meinhard E. Olsen. Harafturat eru fleiri onnur ivamál við leikarum, sum lítið og einki hava spælt síðstu tíðina. Og so er ein Gilli R. Sørensen farin at spæla í næstbestu deildini, sum helst ger, at hann ikki er uppá tal í 2024, um vit taka t.d. dømi við Klæmint A. Olsen og Kristian Joensen sum grundarlag.