FC Suðuroy hevði í dag bjóðað A-landsliðsvenjaranum á vitjan.
FC Suðuroy skrivar:
Ein dagur við lívi og felagsskapi hjá FC Suðuroy, har vit hava havt ein fantastiskan dag við fjølbroyttum virksemi í okkara felagsskapi!
Venjingar fyri børn og vaksin á Eiðinum gjøgnum dagin, Leikaland í Marghøllini og U15 venjing við Eyðuni Klakstein í Marghøllini, stórt Páskatombola á Torginum, linjuverja til 2.deildardyst, U17 dystur á Eiðinum ímóti B71 og 2. deildardystur á Tvøroyri ímóti TB (har vit vunnu báðar).
Og so í kvøld: Fótbóltskafé hjá Biskupskeldu við nýggja A-landsliðsvenjaranum Eyðuni Klakstein.
Takk fyri øll, sum á ein ella annan hátt eru partur av okkara felagskapi - og gleðiligar páskir.