Føroyar skulu hava nýggjan landsliðsvenjara. Bolt.fo veit frá góðum keldum, at Håkan Ericson í dag er uppsagdur sum landsliðsvenjari. Eyðun Klakstein og Atli Gregersen taka yvir fyribils restina av árinum.
Christian F. Andreasen, forseti, hevur onga viðmerking, tá vit spurdu, um hann kundi vátta ella avsanna tíðindini.