Tað ljóðar, at ein landsliðsleikari kann vera á veg til B36.
Talan er um Gilla R. Sørensen, ið áður hevur leikt við B36. Hann var fyrr í vikuni á portal.fo settur ísamband við TB og partvís KÍ, men tey feløgini eru ikki uppá tal nú ,sum bolt.fo skilir. Skiftir Gilli til nakað føroyskt felag í dag, so verður tað sannlíkt til B36.
Flytingarvindeygað letur aftur kl. 16.00 í dag.
Dagført kl. 14.29: Bolt.fo skrivaði, at tað er ikki meir uppá tal, at Gilli fer til TB. Hetta er ikki rætt, sum ein nýggjari grein hevur víst á.