Keðilig tíðindi fyri føroyskan fótbólt.
In.fo skrivaði tað fyrr í dag, sum íslendskir miðlar hava skrivað í dag. Føroyski álopsleikarin Patrik Johannesen hevur slitið krossbandið og spælir sostatt ikki aftur komandi 9-12 mánaðirnar.
Keðilig tíðindi fyri Patrik, sum sostatt missir Champions League við Breiðablik í summar eins og allar landsdystirnar restina av árinum.