Fleiri landsliðsleikarar royna seg í hesum døgum uttanlands.
Í dag boðaði Víkingur frá, at landsliðsleikarin, Jensa Tórolvsdóttir, hevur gjørt sáttmála við FC Thy – Thisted í bestu deildini í Danmark.
Norðlýsið skrivaði í dag, at tríggir landsliðsleikarar hjá KÍ Óluva A. Joensen, Birita Ryan og Sanna Svarvadal, í komandi viku fara at venja við IFK Kalmar, sum spælir í bestu deildini í Svøríki.
Sostatt er møguleiki fyri, at fleiri landsliðsleikarar fara at leggjast afturat teimum, sum spæla uttanlands.