Tað er sannlíkt, at steypavinnarin 2024 í minsta lagi byrjar í 2. umfari í Conference League.
Stutt eftir steypasigurin hjá HB í fjør bleiv greitt, at sannlíkt var, at HB sum steypavinnari fór at byrja í 2. umfari í Conference League í 2024. Fyri nøkrum vikum síðani bleiv hetta staðfest.
Og sannlíkt er eisini, at steypavinnarin 2024 í minsta lagi fær sama pláss. Tað kemst av, at føroysku liðini hava fingið góð úrslit síðstu fimm árini sum ger, at Føroyar eru frammanfyri nr. 45 á styrkislistanum. Eftir 2023/24 kappingarárið lógu Føroyar á 43. plássi. Og tá nýtt kappingarár byrjar í summar fellir tað elsta árið burtur, sum er 2018/19, sum var eitt lutfalsliga vánaligt føroyskt ár. Áðrenn nakar dystur er leiktur í summar byrja Føroyar á 38. plássi av teimum 55 UEFA-limalondunum. Skuldu Føroyar komið uppá 33. pláss, so byrjar steypavinnarin 2024 í 1. umfari í Europa League. Tað vildi merkt, at steypavinnarin altíð dettur niður í Conference League eftir eitt møguligt tap í Europa League, og tí er tryggjaður í minsta lagi fýra dystir.
Liðini fáa pengar alt eftir, nær tey blíva útsligin. At verða útsligin í 2. umfari í Conference League gevur eina væntaða inntøku á knappar fýra milliónir ella har áleið. Enn eru upphæddirnar ikki almennar fyri kappingarleistin 2024-2027, men tær væntast at økjast nakað ímun til undanfarnu fýra ár, har 2. umfar gav 3,4 milliónir.
1/8 finalurnar í kvøld og í morgin verða allar vístar í Televarpinum.