Meistararnir spældu javnleik móti uppflytarunum, FM-favorittarnir vóru kroystir á heimavølli, meðan NSÍ avgjørdi langt inni í yvirtíðini.
Í dag vóru tríggir dystir leiktir í Betri Deildini. Mest spennandi dysturin á pappírinum var í Runavík, og hann var eisini spennandi fram til síðsta bríksl. B36 var á odda 3-1 miskeiðis í seinna hálvleiki, men so fór NSÍ í gongd og langt inni í yvirtíðini fekk NSÍ sigursmálið, tá Brandur H. Olsen sendi eitt fríspark uppí málhornið og so kókaði við Løkin.
Í Trongisvági var Víkingur stórfavorittur, men har fingu vit mest óvæntaða úrslitið í 1. umfarinum og kanska í nøkur umfør fram. Uttan ein settan høvuðsvenjara stríddi TB seg til 1-1 javnleik og hetta kann vísa, at TB fer at verða kappingarført í øllum førum á heimavølli.
Í Klaksvík hevði KÍ stórar trupulleikar móti einum 07 Vestur liði, sum avrikaði væl. 07 Vestur var væl skipað, gróvu seg ikki niður og skaptu nokk av málmøguleikum til at skora fleiri mál. Tað vóru smáir marginalar sum gjørdu, at 07 Vestur í tveimum førum ikki javnaði seint í dystinum.
Niðurstøðan eftir 1. umfar er, at eingin av favorittunum til FM-stríðið vísti sannførandi avrik.
Úrslitini í dag:
TB-Víkingur 1-1
NSÍ-B36 4-3
KÍ-07 Vestur 3-1