Avrikið var gott, men málið manglaði, tá Kroatia vann 1-0 á Tórsvølli.
Kroatia var samanlagt betra liðið, men føroyingar avrikaðu væl og kundu havt skorað. Hanus Sørensen fekk størsta málmøguleikan beinanvegin, tá Árni Frederiksberg spældi hann leysan, men málverjin bjargaði. Hanus fekk eisini ein møguleika seinni og einu ferðina var Jákup B. Andreasen líka við. Sostatt var ríkiligt av møguleikum til at skora eitt mál. Kroatia fekk sítt mál um miðjan fyrra hálvleik, tá innlegg úr høgru tvær ferðir fann kroatar og so var mál. Ov passivt verjuspæl.
Kroatia hevði gjøgnum dystin sínar møguleikar og Mattias Lamhauge mátti ofta bjargað, tó sjáldan heilt stórar møguleikar.
Samanlagt eitt gott avrik og føroyingar kundu fara nøgdir av Tórsvølli, tí her var alt givið og spenningurin helt sær til tað síðsta móti 10. besta liðnum í heiminum.