Liðini hava møtt hvørjum øðrum ofta, men ongantíð hava Føroyar fingið stig.
Kl. 17.00 verður dystur á Tórsvølli millum Føroyar-Kekkia. Sjálvsálitið í føroyska hópinum kann neyvan verða betri eftir søguliga 4-0 sigurin á Montenegro hóskvøldið. Men nú er nýggjur dystur og bara tríggir dagar millum dystirnar. Eyðun Klakstein hevur sagt við KVF, at vit kunnu ikki vænta so nógvar broytingar sum onkuntíð fyrr til seinna dystin m.a. tí at eingin ferðing er hesaferð. Hóskvøldið spældi eingin seg av liðnum, men spurningurin er, um manglandi orka kann gera um seg, um ov fáar broytingar verða. Tí Kekkia er eitt væl betri lið enn Montenegro, hóast tað hjálpir væl, at málslúkurin Patrik Schick ikki er við vegna skaða.
Føroyar hava spælt átta ferðir móti Kekkia og tapt allar og bara skorað eitt mál. Í dag er møguleikin at bróta tann stiman.