Freistin at still upp til starvsnevndarvalið fór á midnátt.
Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið og í morgun um, hvørji stilla upp so hvørt sum tað eydnaðist at fáa hetta vátta. Nú kann eitt navn leggjast afturat. Forkvinnan í MB, Elisabeth Haraldsen, váttar fyri bolt.fo, at MB og B71 hava stillað Kristoffur Vidtfeldt upp.
Sostatt stilla í øllum førum hesi upp til starvsnevndarvalið:
Fróði Danielsen
Ólavur Larsen
Maria Jóhannusardóttir Joensen
Dánial Hansen
Bjarni Prior
Kristmund Johannessen
Anja Rein
Kristoffur Vidtfeldt
Sum skilst er møguliga eitt valevnið afturat á listanum.