NSÍ hevur longt sáttmálan við royndan lokala málverjan Kristian Joensen. Sum skilst er møguleiki fyri, at NSÍ fer at fáa tilgongd av einum nýggjum málverja eisini, so talan verður um harða kapping um plássið í 2026.
NSÍ skrivar:
32 ára gamli Kristian Joensen hevur í dag skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.
Kristian byrjaði sína leikaraleið í NSÍ, tá ið hann í 2010 tók dystin upp við navnframa András Gángó um plássið millum stengurnar hjá teimum gulu og svørtu við Løkin. Síðani tað hevur Kristian leikt ikki færri enn 269 dystir tilsamans í bestu mansdeildini í Føroyum, har hann hevur leikt við 07 Vestur, B68, EB/Streym og serliga KÍ. Harafturat hevur Kristian leikt 17 dystir í evropeisku kappingunum, har hann hevur umboðað NSÍ og KÍ.
Eftir gott og væl 10 ár í útlegd, vendi Kristian í 2022 nøsina heim aftur til Løkin, tá ið NSÍ mátti tungu leiðina niður í 1. deild. Hetta var okkum ein kærkomin styrkur, og hevur Kristian síðani verið okkum ein brandur bæði á og uttanfyri vøllin.
Í NSÍ gleðast vit um, at ein av okkara egnu heldur fram í felagnum. Til lukku við sáttmálanum, og vit ynskja tær alt tað besta í komandi kappingarárinum.