Nú eru klokkutíðirnar komnir fyri dystirnar í Betri Deildini hjá monnum fyrsta triðing av kappingini, sum er fram til 10. mai.
Hetta minnir um í fjør, tá klokkutíðir blivu ásettar av FSF í góðari tíð og var tað uppá nógvar mátar eitt stórt framstig. Frammanundan lá hetta hjá feløgunum og summi feløg megnaðu als ikki hesa uppgávu, tí tað kom fleiri ferðir fyri, at klokkutíðir blivu ásettar 3-4 dagar frammanundan. Í fjør lógu dystirnir eisini spjaddir yvir fleiri dagar enn áður og tað var eitt stór framstig, men hetta vísti seg at hava avbjóðingar, tí feløgini eru samd um, at næstbestu liðini í næstbestu deildini altíð skulu spæla áðrenn besta deildin. Hetta tí at annars kann verða sera ymiskt, hvussu styrkin á næstbestu liðunum er í 1.deild. Tað keðiliga var tó, at í fleiri førum fóru feløgini at broyta upprunaligu tíðirnar, og tá er einki vunnið. Tó skalt viðmerkjast at tað er væl skilligt at broyta tíðir, um heilt serligar umstøður eru.
Tvey suðuroyarlið
Í ár eru tvey suðuroyarlið í bestu deildini og tað avmarkar nakað møguleikarnar at spjaða dystirnar. Tí dystirnir skulun liggja soleiðis, at útiliðini í Suðuroynni sleppa heimaftur sama dag og at suðuroyarliðini sleppa heimaftur sama dag, tá tey spæla á útivølli.
Hyggja vit eftir fyrsta triðinginum í ár, so liggja teir 45 dystirnir spjaddir yvir 15 ymiskar dagar. Í fjør lógu teir fyrstu 45 dystirnir spjaddir yvir 22 dagar.
Eisini plaga landsdystir at hava ávirkan, tí umførini áðrenn landsdystir verða ofta løgd í síðsta lagi leygardag, um fyrri landsdysturin liggur hósdag.
Og so er tað steypakappingin og altjóða dystir, sum kunnu ávirka møguleikarnar fyri at leggja landskappingardystir. Tí altíð verður roynt at hava fýra hvíludagar millum dystir.
Feløgini ynskja sunnudag kl. 15.00
Tað eru hend framstig við skránni og klokkutíðum síðstu árini ímun til fyri nøkrum árum síðani, tá man onkuntíð ikki visti klokkutíð fyrr enn 2-3 dagar áðårenn dystarbyrjan og har nógv heil umfar lógu sunnudag kl. 15.00.
Men feløgini ynskja ikki at dystirnir liggja so spjaddir. Vit hava fingið upplýst frá FSF, at á eftirmetingarfundi fyri kappingarári 2024 kom fram, at feløgini ynkstu fleiri sunnudagsdystir, fleiri dystir sunnudag kl. 15 og at tey ynkstu ikki at spæla seint sunnudagar.
Hesi krøv eru til at skilja. Venjararnir ynskja at hava eina fasta rytmu, har ynskiligt er at hava fastar karmar, so at venjingarnar og vikurnar líkjast. Hjálparfólkini hava tað bestu við føstum tíðum og tíma kanska ofta ikki so væl at verða bundin út á kvøldarnar og so víðari.
Spurningurin er tó um vøran føroyskur fótbóltur blívur betri umtøkt av at fylgja hesum krøvum.
Pláss fyri betringum
Hyggja vit eftir 1. umfari, so eru fýra dystir sunnudag og allir byrja millum kl. 14 og 15.00.
Hyggja vit eftir. 2. umfari, so liggja tríggir dystir kl. 15, ein kl. 16 og stóri dysturin Víkingur-NSÍ kl. 17.00. Bolt.fo hevur sent viðmerkingar inn til kappingina og m.a. í slíkum føri halda vit, at tað skuldi verið størri luft ímillum, so at áskoðarar og miðlar, ið hava verið til dystir kl. 15, eiga at sleppa til stóra dystin, sum tí skuldi ligið hálvan tíma ella ein tíma seinni. Tað sama hendur í 5. umfari. Vansin er, at tá dystir liggja soleiðis, so velja fólk sjónvarpsstovuna, tí har síggja tey báðar dystirnar, hóast tey í sjónvarpsstovuni eisini helst høvdu ynkst ein lítlan steðg frá fótbólti, sum tey ikki fáa tá dystirnir liggja kl. 15 og 17.
3. umfar er alt ein sunnudag, men har eru dystirnir væl spjaddir. Tríggir kl. 14.45 ella 15.00, ein kl. 17 og ein kl. 19.
4. umfar er eitt av umførunum, sum liggja gerandisdagar og tá er avmarkað, hvussu spjatt tað kann liggja.
5. umfar eru tveir av størstu dystunum í einum triðingi. Her spæla KÍ-Víkingur og HB-B36. Annar byrjar kl. 15 og hin kl. 17. Tað góða er, at mong kunnu síggja annan beinleiðis og hin í sjónvarpi. Men hevði annar byrjað kl. 18, so høvdu fólk og miðlar kunnu møtt upp til báðar.
6. umfar er Skírisdag, og tá eru fýra dystir kl. 14.45 ella 15.00, meðan tann eini er kl. 17.00. KÍ-HB er stóri dysturin, men hann liggur kl. 15.00, so hann verður uttan fólk frá øðrum feløgum.
7. umfar er rímuliga spjatt, har dystir liggja yvir tveir dagar og fimm ymisk tíðspunkt.
8. umfar er spjatt yvir tríggjar dagar og ymisk tíðspunkt. Eitt gott umfar fyri tey, sum ynskja at síggja nógvar dystir, har stóri dysturin millum HB-NSÍ liggur einsamallur leygarkvøldið 3. mai kl. 19.30.
9. umfar liggur ein gerandisdag, men har jaligt, at báðir teir stóru dystirnir millum Víking-HB og NSÍ-KÍ liggja kl. 18 og 20. Ynskiligt hevði tó verið, at tann fyrri byrjaði kl. 17.30, so fólk sluppu til báðar, sum ynkstu tað.
Samanlagt er tað jaligt fyri fótbóltsáhuga og miðlar, at umførini liggja meira spjatt enn fyrr og at fá heil umfør liggja sunnudag kl. 15.00. Tað keðiliga er, at tey ikki liggja enn meira spjatt og at ’’luft’’ ikki er millum, har t.d. stórir dystir liggja kl. 15 og 17.
Klokkutíðirnar síggjast á heimasíðuni hjá FSF HER