Men toppskjúttin í Betri Deildini væntar at blíva klárur til sunnudagin.
Tað var í dagliga arbeiðnum sum hondverkari í farnu viku, at Klæmint A. Olsen fekk skaða í armin av einum amboði. Og tí hevur tað ljóðað, at NSÍ, sum longu undan hesum verður uttan Brand H. Olsen og Petur Knudsen móti B36 sunnudagin móti B36, eisini má spæla uttan toppskjúttan og liðskiparan. Men hóast tað ljóðar ógvusligt, so væntar Klæmint at spæla longu sunnudagin.
- Eg havi fingið 15 pentur og ein brotnan tummil. Men eg vænti at blíva klárur til sunnudagin, sigur ein bjartskygdur Klæmint A. Olsen við bolt.fo.
Klæmint A. Olsen hevur skorað 14 mál í landskappingini fyrstu 12 umførini.