- Umsitingin situr við málinum, har grundgivið verður fyri avgerðini hjá kappingarnevndini um, at ÍF-B68 skal takast upp frá 88. minutti.
Tað er ónøgd m.a. í ÍF um, at kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at ÍF-B68 skal spælast frá 88. minutti. Víst verður m.a. á Fótbóltslógina, sum sigur:
§7 – Leiktíðin
5. Slitin dystur
Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað.
Bolt.fo hevur vent sær til formannin í kappingarnevndini, Róin Schrøter, fyri at fáa grundgevingarnar fyri avgerðini. Hann sigur, at umsitingin hjá FSF arbeiðir við at seta grundgevingarnar saman og at hesar koma alment út skjótt.