Tað er ein møguleiki fyri, at Amidou Diof heldur fram í Betri Deildini í 2026.
33 ára gamli Amidou Diop skifti til TB í apríl og tað gekk ikki long tíð, so sást, at talan var um ein leikara við eyðsýndum dygdum. Diop hevur nógvar royndir úr serliga bestu deildini í Norra.
Sambært okkara keldum, so er stórur áhugi fyri Diop úr Betri Deildini. M.a. ljóðar, at Diop stendur ovarlaga á ynskilistanum hjá HB. Diop kann spæla bæði í miðverjuni, har HB hevur mist Viljorm Davidsen, og á sentrala miðvøllinum, har nógv bendur á, at Sammy Skytte ikki heldur fram. Men eisini onnur lið umhugsa sum skilst at bjóða Diop sáttmála.