Í kvøld spælir U21-landsliðið í Luksemborg.
Føroyar hava seks stig fyri tveir dystir móti Estlandi og Íslandi og hava sostatt fingið eina framúrskarandi byrjan uppá undankappingina. Í kvøld spæla Føroyar í Luksemborg. Luksemborg hevur nógvar útisetar og teir spæla fyri ungdómslið í m.a. Dortmund, PSV Eindhoven, PSG, Mochengladbach, Mainz og Kaiserslautern. Luksemborg hevur bara spælt ein dyst í 2025, tá liðið vann venjingardyst 1-0 móti Albania. Tí er torført at meta um styrkina á mótstøðuliðnum, men veddingarfyritøkur hava Luksemborg sum favoritt (1,7 ferðir pengarnar aftur).
Dysturin í Luksemborg byrjar kl. 18.30 og kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum.