Malmø hevði sína dystardag-1 venjing við Djúpumýrar í gjárkvøldið. Nógv skal broytast frá fyrra dystinum, um KÍ skal megna at fáa eitt gott úrslit í kvøld, men onnur KÍ-lið hava megna tað.
Í 2022 var KÍ aftanfyri 3-0 fyrra dystin móti Bodø/Glimt, men fekk spenning í uppgerðina og trýsti síðstu minuttirnar fyri at fáa dystin í longda leiktíð. Í 2023 var KÍ avskrivað at koma víðari eftir tað, sum tá var mett at verða ein flottur 0-0 javnleikur á heimavølli móti Ferencváros, men tá vann KÍ 3-0 á útivølli.
Í kvøld hava svensku meistararnir eina leiðslu á 4-1. Ein munur frá 2022 og 2023 er, at KÍ hevur ikki somu styrki. Tá lá KÍ greitt á odda í føroysku kappingini, nú er KÍ á 3. plássi.
Í fyrra dystinum var Malmø greitt betra liðið, so dystarmyndin skal broytast nógv, um KÍ skal hava ein møguleika. Malmø er tó ikki ein so væl smurd maskina, tí svenska oddaliðið hevur tapt tveir av síðstu trimum landskappingardystunum. Fyri føroyskan fótbólt í stríðnum um at varðveita góða plássið á UEFA-styrkislistanum, so hevur tað týdning, at KÍ fær stig óansæð um tað ikki eydnast at koma víðari.
Tað verða nógvir áskoðarar til dystin, sum er tann síðsti hjá KÍ í altjóða kappingum í Klaksvík í ár. Tað er næstan bara í uttastu bólkunum aftanfyri málið, at atgongmerki enn eru til sølu. Sagt verður frá góðum veðri, tá dysturin verður kl. 19.45.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá KÍ í 2024 á bolt.fo hava: