Enn hevur Kaj Leo í Bartalsstovu einki felag fyri 2023.
Kaj Leo hevur síðstu árini spælt í Íslandi og okkurt bendur á, at tað fer 31 ára gamli føroyingurin framhaldandi at gera. Í Útvarpssendingini fotbolti.net á X977 í gjár kom fram, at tað ljóðar, at Kaj Leo fer at skifta til Grindavík, sum spælir í næstbestu deildini í Íslandi.
Kaj Leo hevur áður havt fast pláss í landsliðshópinum, men hevur ikki verið nógv í hitanum síðani Håkan Ericson bleiv venjari.