Nú er greitt, hvar Kaj Leo í Bartalsstovu fer at spæla komandi árini.
Tað er íslendska felagið ÍA, sum boðar frá, at Kaj Leo hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála við felagið. ÍA endaði á 9. plássi av teimum 12 liðunum í bestu íslendsku deildini í fjør.