UEFA hevur tosað við Kaj Dam, starvsnevndarlim í KÍ, í sambandi við bólkaspælið í Conference League, sum byrjar í vikuni.
Kaj greiðir m.a. frá, at hetta hevur verið eitt spennandi summar við stórum úrslitum, men at tað eisini verður hart fyri summar av leikarunum, sum arbeiða fulla tíð viðsíðuna av, nú kappingarárið ikki endar fyrr enn stutt undan jólum. Øll samrøðan kann síggjast í upptaksgrein á uefa.com HER
KÍ spælir fyrsta dystin í bólkaspælinum hóskvøldið kl. 20.00 í Bratislava í Slovakia móti Slovan Bratislava. Men fyrst hevur KÍ týdningarmiklan landskappingardyst móti B68 á heimavølli í kvøld kl. 18.00.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í bólkaspælinum í UEFA Conference League í 2023 hava: