Kári á Høvdanum er ikki longur altjóða dómari og ei heldur dómaramennari.
Kári váttar fyri bolt.fo, at hann vegna sítt vaksandi virksemi í sínari egnu fyritøku hevur boðað FSF frá, at hann er givin sum altjóða dómari og dómaramennari. Hann sigur, at eingin dramatikkur liggur aftanfyri avgerðini og at hann framhaldandi kemur at døma í bestu deildini.