KÍ vann FM í 24. umfarinum í gjár.
Skerda ÍF-liðið fekk tað sum væntað torført í Klaksvík. KÍ var á odda 4-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál, so úrslitið gjørdist 5-0. Tá so Víkingur vann heili 6-0 móti B36, so merkti hetta, at KÍ vann FM í hesum umfarinum.
Spenningur er framvegis um plássini aftanfyri KÍ og hvør skal flyta niður. EB/Streymur vann í Trongisvági og er nú sloppið undan niðurflytingarvandanum. Víkingur er besta liðið eftir summarsteðgin og tað bleiv staðfest við 6-0 sigri á B36, sum ongan dyst hevði tapt eftir summarsteðgin.
Úrslitini í gjár:
Víkingur-B36 6-0
KÍ-ÍF 5-0
TB-EB/Streymur 0-1